Svenning Reinert 70 ár

Sunnudagin 25. desember 2005 fylti Svenning Reinert í Norðradali 70 ár.

Føðingardagurin varð hildin dagin eftir, annan jóladag, í heiminum í Norðradali og um kvøldið á Hotel Føroyum fyri familjuni og nærmastu vinfólkunum.

Svenning er ikki hvør sum helst. Tað sást best, tá ein stórur rossaskari við gamla Grana hjá Svenningi sjálvum á odda við flaggi komu ríðandi inn í túnið í Norðradali 2. jóladag til æru fyri Svenning. Yvir 50 rossafólk, ung og gomul, komu í føðingardag. Hans Vilhelm Lützen helt røðu og handaði Svenningi silvurnál við búmerkinum hjá Føroya Ríðingafelag. Á veitsluni um kvøldið vórðu nógvar góðar røður hildnar, og onkur sangur varð gjørdur til høvið.

Ein stórur partur av frítíðini hjá Svenning hevur altíð snúð seg um ross og ríðing, sum framvegis er eitt av hansara fremstu frítíðarítrivum. Hóast hann er nú er vorðin 70 ár, ætlar hann sær ikki at gevast við ríðingini. Annars dámar honum væl at fara á flot, eisini hevur hann ross, gæs og seyð.

Svenning er ættaður úr Norðadali, og hann hevur altíð búð har. Foreldrini vóru: Astrid, f. Johannesen, úr Leynum, og Albert Reinert úr Norðradali. Systkini hjá Svenning eru: Svanhild, Anfinn og Rólant .

Lívsstarvið hjá Svenningi var annars sum vegformaður í Mjørkadali hjá Flyvestation Thorshavn og Færøernes Kommando. 11. mars 2003 var hátíðarhald og móttøka hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, í sambandi við at Svenning hevði arbeitt har í 40 ár.

Svenning var 27 ára gamal, tá hann 11. mars í 1963 byrjaði at arbeiða hjá Flyvestation Thorshavn, og hann gavst, tá hann var 67 ár. Fríggjadagin 28. mars 2003 var hansara seinasti arbeiðsdagur í Mjørkadali. Í hesum sambandi var hann heiðraður við "Fortjenestemedaljen i sølv" frá Margrethu Drotning. Medaljan bleiv handað honum mikudagin 2. apríl 2003, og mánadagin 28. apríl 2003 møtti hann á Christiansborg Slot til móttøku.

Áðrenn Svenning varð settur í starv í Mjørkadali, hevði hann arbeitt upp á Oyggjarvegin í 1959/60, síðan arbeiddi hann hjá skógfútanum í eitt styttri tíðarskeið. Í 1961/62 arbeiddi hann hjá SEV við el-linjuni millum Vestamanna og Havnina.
Síðan 1976 hevur Svenning havt postin í Norðradali, sum konan í dag stendur fyri.

Svenning er giftur Minu, f. Lauritsen, úr Sørvági, dóttir Kitty May og Eli Lauritsen, urmakara. Eli andaðist í 1977, 62 ára gamal, og Kitty May er í dag 79 ára gomul.
Mina og Svenning eiga tveir synir, sum báðir búgva í Danmark: Heini, sum býr á Falster, og Tórhallur, sum býr nærhendis Vojens í Suðurjútlandi. Barnabørnini eru tvey í tali, tveir dreingir.