Svenning og Poul á Malta

Í sambandi við trúboðaraferð í Danmark vitja Svenning av Lofti og Poul Færø á Malta í Hirtshals í vikuskiftinum.

Leygarkvøldið 21. mars kl.19.30 og sunnukvøldið 22. mars kl. 18.00 verða eykamøtir á Malta, har Poul Færø og Svenning av Lofti koma at tala, og Marner av Lofti og Hans Jákup á Lava koma at spæla og syngja.


Svenning og Poul eru fyri aðru ferð á trúboðaraferð í Danmark innanfyri tveir mánaðir. Onkur spurdi, hví teir komu so skjótt aftur, og tá segði ein, at tað var tí, at teir føldu, at tað var nakað eftir at gera. Spurdir um tað er so svara teir játtandi.


Svenning og Poul eru ikki einans á prædikuferð á flatlondum, men eisini fyri at vitja føroyingar, sum eru fastbúgvandi í Danmark; og fastbúgvandi føroyingarnir í Danmark eru í túsundatali, so her kann verða nógmikið at tríva í hjá einum andaligum hirða. Teir hava seinasta hálva ári ferðast nógv saman til møtir runt í Føroyum, og teir savna nógv fólk har teir koma.


Poul Jóhan Djurhuus

Gjaranes@post.olivant.fo