Mótmæli
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Undir aðalorðaskiftinum um altjóða menningarpolitikk Føroya, vakti tað stóran ans, at hjúnini Svenning og Birgit av Lofti møttu á tingfundinum við einum stórum pappskelti.
Á skeltinum stóð: Burturvið at lata útlendingum 7 milliónir krónur í menningarhjálp, meðan sálarsjúkir føroyingar eru heimleysir.
Við lesarabrævi í farnu viku gjørdi næstformaðurin í Sinnisbata, Svenning av Lofti, vart við sína ónøgd um, at samgongan hevur ætlanir um at játta sjey millíonur krónur til menningarhjálp, meðan tey sálarsjúku ongan góða hava.
- Eg og konan hildu, at tað var eitt frálíkt høvi at møta í tinginum við einum skelti fyri at vísa okkara misnøgd við vantandi játtanina til tey sálarsjúku, sigur Svenning av Lofti.
Tað gekk kortini ikki rúm tíð, áðrenn Svenning og Birgit fingu at vita frá Mariusi Rein á løgtingsskrivstovuni, at løgtingið góðtekur ikki slíkan atburð frá áhoyrarum.
-Tað, sum kom fram í Útvarpi Føroya í gjárkvøldið var ikki heilt rætt. Vit vóru ikki koyrd á dyr, men vinarliga biðin um at taka skeltið niður - og tað gjørdu vit so í allari stillheit, greiðir Svenning av Lofti frá.
Eftir førimuni
Spurdur, um tað er rætt at samantvinna játtanina til sálarsjúk við játtanina til menningarhjálp, svarar Svenning av Lofti, at hann tekur undir við, at føroyingar lata pening til neyðstødd. Hann finst tó hvassliga at landsins myndugleiki fyri gloyma tey neyðstøddu í føroyska samfelagnum
-Eg haldi, at tú kanst samantvinna hasar játtanirnar. Menningarhjálpin verður tikin úr einum felags kassa og tað merkir, at minni verður til onnur endamál so sum tey sálarsjúku. Eg haldi tað er púra burturvið at økja menningarhjálpina við fleiri milliónum, tá hugsað verður um ringu korini hjá okkara sálarsjúku, sum ikki hava eitt sømiligt og verdugt lív, sigur Svenning av Lofti
Svenning greiðir frá, at hann vegna Sinnisbata herfyri var á fundi við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um vantandi játtanina til sálarsjúk í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, men Hans Pauli Strøm bar seg undan við, at tað var snøgt sagt ómøguligt at játta meir pening til sálarsjúk á fíggjarlógini.
-Tað undrar meg, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sigur við meg, at tað er ómøguligt at játta meir pening til sálarsjúk, meðan tað eftir øllum at døma ber væl til hjá fíggjarnevndini at skriva út fíggjarnevndarskjal fyri 7 mio. krónur til menningarhjálp, vísir næstformaðurin í Sinnisbata á.
Ein mio. til menningarhjálp
Svenning av Lofti heldur, at tær sjey mio. krónurnar, sum hava verið nevndar at lata til menningarhjálp, skuldu verið býttar øðrvísi. Næstformaðurin í Sinnisbata kom á tal við fleiri tingmenn í tinginum í gjár og hann mælti teimum til at økja menningarhjálpina frá 300.000 til eina millión krónur.
- Eg haldi at menningarhjálpin skal økjast til ein mio. krónur árliga. Hinar góðu seks mio. krónur, sum ætlanin er at játta til menningarhjálp, skulu fara til tey sálarsjúku, sigur næstformaðurin í Sinnisbata at enda
Ósiður
Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, sigur, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevur átalað áhoyrarar í tinginum.
Grundgevingin fyri, at Svenning og Birgit av Lofti vóru biðin um at leggja skeltið frá sær var, at løgtingsformaðurin metti ikki, at atburðurin hoyrdi heima í løgtinginum.
?Tað er ein ósiður at møta við einum skelti í tinginum og tí talaði eg at, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Sambært revsilógini hava áhoyararnir ikki loyvi til at órógva løgtingið og slíkur atburður kann revsast við tvey ára fongsulsrevsing.
Svenning og Birgit av Lofti skulu kortini ikki vænta at hoyra nakað frá fútanum, tí hendingin í tinginum týsdagin fór stillisliga fram.
------
Paragraf 137 í revsilógini
Den, som søger at forhindre afholdelse af lovlig offentlig sammenkomst, straffes med bød eller hæfte eller under skærpende omstændigheder, særlig nær handlingen har været forbundet med voldsom eller truense adfærd med fængsel indtil 2 år.
stk. 2: På samme måde staffes den, der ved larm eller uorden forstyrrer offentilig samling af folketinget, Færøernes lagting, kommunale eller andre offentlige råd, gudstjeneste eller anden offentlig kirkelig handling