Hetta var samstundis ein søguligur dagur hjá "Farvandsvæsenet" í Føroyum, við tað at liðin eru 110 ár, síðan tann størri vitin bleiv bygdur í 1893, og Svenning bleiv seinasti vitapassarin við førstum tilknýti til vitarnar á Borðuni. Vitarnir eru automatiseraðir og fólk frá Farvandsvæsenet hava eftirlit og viðlíkahald um hendur.
Svenning, sum bleiv 67 ár tann 25. juli 2003, er nólsingur, sonur Margrethu, f. Holm, og Sofus Lindenskov, bæði úr Nólsoy. Pápin doyði av tuberklum, tá Svenning var eitt ára gamal.
Svenning bleiv settur í starv á vitanum á Borðuni í 1966. Tey fyrstu trý árini sum útkiksmaður, seinni fekk hann ábyrgdina av postflutninginum til vitarnar, samstundis sum hann gekk vakt við vitarnar. Í 1978 bleiv hann sáttmálasettur, tá Poul Niklái Thorkildshøj legði frá sær fyri aldur, og í 1981 bleiv hann settur í starv sum tænastumaður. Svenning hevur ikki tal á øllum túrunum, hann hevur gingið millum bygdina í Nólsoy og vitarnar, hesi 37 árini hann hevur starvast har. Túrurin er umleið 8 kilometrar og tekur tað millum ein og tveir tímar at ganga í góðum veðri, onkran ringan vetrardag hevur túrurin tikið upp til fimm tímar.
Í sambandi við at Svenning fór frá, skipaði Farvandsvæsenet fyri eini samkomu í Fýrmeistarahúsunum á Borðuni, saman við starvsfeløgum frá øðrum vitum í Føroyum og skrivstovustjóranum.
Svenning er giftur við Bernhild, f. Nielsen, úr Nólsoy. Tey eiga tríggjar døtur, Heininu, sum býr í Havn, Elisabeth, sum býr í Kvívík, og Sólbjørg, sum býr í Miðvági.