Svenning er eindømi í øllum heiminum

Hann møtir altíð upp - og í dag fyllir hann 80

 

Í dag fyllir kendi, føroyski reiðmaðurin, Svenning Reinert, 80.

 

Svenning Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi, sigur Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingafelag, í eini heilsu frá felagnum

 

- Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Tá var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum og málið var áraka har sum krossurin er.

 

- Hetta árið gjørdist Svenning nummar tvey í sínum flokki, á hesti, nevndur Ørvarodd, ið farbróðurin Tummas átti. 

 

- Og síðani tá, hevur Svenning riðið kapp hvørt ár. Hetta er heilt vist eindømi í kappríðing, ikki bara í Føroyum, men í øllum heimunum, sigur Brandur í Dali

 

- Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum, Sjeik, sum Heri Jensen átti.

 

- Hetta er sum so bragd í sjálvum sær, men stóra bragdið hjá Svenningi er at tá onnur góvust, tá helt hann á, og tað er vorðið sum bragd, sigur formaðurin í Ríðingafelagnum.

 

- Tað sum er heilt serstakt við Svenningi er at hann er serstakliga treiskur. Hóast honum ikki dámar at tapa so gevst hann ikki á hondum. Ikki tað, havi ongantíð hoyrt hann sagt, at hann ikki dámar at tapa, men tað sæst skiliga at lagið er betri tá hann hevur vunnið. 

 

- Munurin á honum og øðrum reiðfólkum er tó tann, at har nógv bara tíma at ríða kapp tá tey vita seg hava møguleika at vinna, so møtir Svenning upp líkamikið hvussu útlitini eru.

 

Svenning hevur, hóast luftalsliga høga aldurin, enn ross, og hevur eisini verið at sæð á ríðibreytinum hetta kappingarárið. 

Les føðingardagsheilsanina frá Føroya Ríðingafelag, HER