Svenn til B36

B36 skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt eitt-ára sáttmála við spælaran, sum kann spæla bæði á miðvøllinum og í verjuni. Svenn gjørdi veruliga um seg á HB-liðnum fyri trimum árum síðani, men eftir hetta hevur hann tó havt trupult við at bíta seg veruliga fastan á liðnum. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var hann útleigaður til TB, og nú verður tað so í B36, at 21-ára gamli spælarin fer at royna seg.