Julian Johnsson og liðfelagarnir í Svendborg tóku ímóti eykaliðnum hjá AaB í 2. deild vestur í gjár. Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 1-0. Sigursmálið fall longu aftaná 23 minuttir, og var tað Jesper Rasmussen, sum skjeyt sigursmálið fyri Svendborg. Við sigrinum eru Julian og liðfelagarnir komnir uppá 17 stig fyri 13 dystir, og eru teir nú átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.