BRIDGE
Føroyar nr 54 í bridge
Á nýggjasta styrkilistanum hjá WBF, alheims bridgesambandinum, standa Føroyar at vera 54 í heiminum. Hetta kann tykjast heldur løgið, tá hugsað verður um, at vit enn ongantíð hava spælt við í nakrari av teimum stóru kappingunum so sum EM, HM og OL.
Orsøkin til hesa góðu plaseringina finna vit í føroysku luttøkuni í Norðurlandakappingunum (NM). Har hava Føroyar spælt við tey seinastu 20 árini, og hóast vit viðhvørt hava tapt nógv, so viga tey góðu úrslitini, vit hava fingið inn í millum móti hesum sterku mótstøðuliðum, sera tungt. Fýra av Norðurlondunum liggja nevniliga millum 20 tey fremstu í heiminum. Noreg er sum nr 4 tað sterkasta av Norðurlondum.
Topp 10
1 Italia
2 USA
3 Poland
4 Noreg
5 Indonesia
6 Niðurlond
7 Frakland
8 Russland
9 Svøríki
10 Ísrael
Landsliðið byrjað at venja
Svend Novrup er settur sum landsliðsvenjari hjá føroyska bridgelandsliðnum, ið skal til EM komandi summar. EM kappingin verður spæld í italska býnum Salsomaggiore í døgunum frá 15. til 30. juni 2002.
Svend Novrup er um tey fimti, dani og býr í Kerteminde á Fjóni. Hann er kendur millum flest øll bridge og talv áhugað í Europa. Umframt at hava drúgvar royndir sum venjari, er hann ein tann mest produktivi rithøvundur innan bridge um okkara leiðir. Hann starvast eisini fyri EuroSport, har hann eitt nú hevur fylgt við Tour de France tey síðstu árini.
Farna vikuskifti var Svend Novrup í Føroyum og hevði tær fyrstu venjingarnar við teimum fimm pørunum, ið kappast um at sleppa at umboða Føroyar við EM. Tey fimm pørini í landsliðshópinum eru hesi:
Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen, Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen, Hans Jacob Petersen ? Arnbjørn Sivertsen, Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen og Árni Dam ? Marner Joensen
Venjingin gekk væl, og var Novrup væl nøgdur við tað, sum kom burturúr. Ætlanin er, at Svend skal koma aftur til Føroya nøkur vikuskifti afturat at eygleiða og venja landsliðspørini, men tann stórsti parturin av venjingini fer at vera á internetinum.
Á páskum eru trý føroysk lið boðin til Danmarkar at spæla móti sterkum donskum og møguliga eisini týskum pørum.
Hetta at fara við til EM er eitt stórt stig fyri Føroya Bridgesamband bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Talan er ikki um smáar upphæddir, ið skulu til at fíggja eitt slíkt tiltak. Ítróttarliga er avbjóðingin eisini stór. Ein slík kapping setir krøv til leikararnar, tí spælt verður einar seks til átta tímar um dagin í fimtan dagar, og tað er krevjandi fyri bæði likam og sál.
OL-viðurkenning
At bridge av álvara er vorðin ein altjóða viðurkend ítróttargrein vísa útmeldingarnar hjá tí Olympisku nenvdini heilt greitt. Bridge verður við á komandi vetrar OL í Salt Lake City. Tað at bridge verður ein OL grein merkir m.a. eisini, at bridge kemur undir altjóða doping reglurnar, og hetta hava bridgespælarar kring heimin hesar síðstu 18 mðr. eisini merkt, tá ið teir eru bidnir um at pissa í glas upp á kommando. Tað er mest kaffi, ið teir skulu ansa sær fyri.
Tað kann tykjast løgið, at bridge ikki er viðurkent sum ítróttargrein í Føroyum enn, sjálvt um tað verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa Føroyar upp í tí olympisku familjuna. Skal hetta gerast veruleiki, so skal bridge vera viðurkent sum ítróttargrein í Føroyum fyrst. Vónandi ferð tann altjóða viðurkenningin, ið bridge hevur fingið, at skapa eitt ávíst toybil hjá teimum avvarandi myndugleikunum í Føroyum.
Hvussu melda tit 7 hj?
Her er eitt spæl frá liðkappingini í BK tann 21. november 2001
Norður Suður
Sp A J10965
Hj J8765 AKQ9
Rú KQ1087 A93
Kl A7 8
N E S V
1hj pass 2nt 1) pass
3kl 2) pass 3hj 3) pass
4nt 4) pass 5kl 5) pass
5ru 6) pass 6hj 7) pass
7hj pass pass pass
1) Game krav við hjartara
2) Ongan single ella renonce og 15+
3) Single í kleyv
4) RKCB
5) 0 ella 3 ess
6) Spyr eftir trumf frúgv
7) Hevur trumf frúgv, men ongan síðu kong
Soleiðis meldaðu Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen hendan stóraslemmin.
Tað er ikki ringt at melda stóraslemm, um tú meldar soleiðis, sum teir gjørdu. Tað, ið lætt kann koma at geva trupulleikar er, um Norðan meldar eftir bókini og vísir sína singleton í spaðara. Nú fær Sunnan tað sera trupult við at síggja nakran stóraslemm, tí hann sær ikki at rútarin er so góður. Lykilin til meldið 7hj liggur hjá Norðan. Hann skal beinanvegin síggja, at tað er hansara hond, sum skal verða tann, ið spyr. Við at melda 3 kl fær hann makkaran at vísa, um hann hevur nakra singleton, og í hesum føri hevur hann single í kleyvara. Nú er einans eftir at kanna tal av essum, trumf frúgv og at telja til 13.
Jólakapping í Bridgehúsinum
2. jóladag kl 14.00 verður stór jólakapping í Bridgehúsinum. Rói á Rógvu Joensen og Johannes Skaarup skipa fyri. Vinningar verða til tey fremstu pørini.
Nýggjárskapping
Havnar Bridgefelag byrjar tað nýggja árið við einari opnari parakapping hóskvøldið tann 3. januar kl 19.00. Eisini her verður spælt um ymsar vinningar. Øll eru vælkomin.