Svend Novrup havt skeið

Síðsts vikuskiftið var navnframi danin Svend Novrup í Føroyum og helt nøkur bridgeskeiðir. Tað var nevndin í Bridgehúsinum í Havn, ið hevði fingið Svend Novrup hendavegin. Skeiðini vóru serliga ætla teimum, ið hava spælt bridge eina tíð og sum fegin vilja koma víðari. Luttakarinir vóru sera vælnøgdir við skeiðini og søgdu seg hava fingið nógv burturúr. Nevndin í Bridgehúsinum í Havn fer at arbeiða móti at fáa Svend Novrup aftur til Føroyar at hava nøkur onnur skeið. Svend Novrup var sjálvur sera vølnøgdur við vitjanina. Hann fegnaðist um, hvussu seriøs og konsentreðra tey, ið luttóku vóru. Svend Novrup sigur seg fegnan vilja koma hendavegin aftur at hava nøkur skeið.
Leygarkvøldið varð skipað fyri einari parakapping. Fimm borð luttóku í kappingini.
Nr. 1. Hannis Jacobsen - Heðin Mouritsen
Nr. 2. Hans Jacob Petersen - Steinbjørn Zachariassen
Nr. 3. Allan Dal- Christiansen - Robert Langaard