Í annaðkvøld, sunnukvøldið kl. 19.30, skipa Javnaðarflokkurin og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri einum hugnakvøldi saman við navnframa danska javnaðarpolitikaranum Svend Auken. Svend Auken fer at tosa um ymisk aktuel mál og aftaná verður kjak, sum vónandi verður bæði spennandi og kveikjandi.
Svend Auken hevur áður verið á fundum og stevnum hjá bæði Javnaðarflokkinum og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, og hevur tað verið sera áhugavert at hoyrt tað, sum hann hevur borið fram.
Svend Auken er ein sera royndur politikari, og hevur hann havt mong ymisk álitisstørv í danska Javnaðarflokkinum. Svend Auken varð fyrstu ferð valdur á fólkating í 1971, og hevur hann havt sætið har síðani. Hann var formaður í Javnaðarflokkinum frá 1987 til 1992. Harumframt hevur hann verið ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og orku- og umhvørvismálum. Somuleiðis hevur hann havt álitisstørv innan Javnaðarflokkin bæði í norðurlendskum, evropeiskum og altjóða høpi.
Hugnakvøldið verður í hølinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9.
- Vónandi fara nógv javnaðarfólk úr øllum landinum at nýta høvi at hitta Svend Auken, siga Javnaðarflokkurin og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.