Fyrrverandi sosialdemokratiski umhvørvismálaráðharrin og fólkatingsmaðurin Svend Auken doyði í morgun eftir drúgva sjúkralegu Svend Auken doyði á Bispebjerg sjúkrahúsinum klokkan fýra í morgun. Hann hevur verið sjúkur av krabbameini, sum hann fekk staðfest fyri fimm árum síðani. Tað eydnaðist at basa sjúkuni, men fyri tveimum árum síðani bleiv hann aftur sjúkur.
Fyri fýra vikum síðani datt Svend Auken í summarhúsum sínum í Norðursælandi og mátti á sjúkrahús. Sambært B.T. bleiv hann lagdur undir skurð, og sagt varð, at hann batnaði.
Í morgun komu so deyðsboðini av Svend Auken. Hann bleiv 66 ára gamal.










