Sven er dani, føddur og uppvaksin í Skagen, sonur Lisbeth og Svend Nørspang. Hann eigur eina yngri systir, Gitte, sum býr í Århus.
Eftir lokna útbúgving sum elektronikkmekanikari kom Sven til Føroya í 1970, tá hann fekk starv á Nato-støðini á Sornfelli. Har arbeiddi hann til 1992, tá arbeiðsplássið varð niðurlagt.
Sven er ein sera virkin maður. Fyrstu árini hann kom til Føroya hevði hann handil og radioverkastað í Jónas Broncksgøtu í Havn. Hann hevur eisini arbeitt hjá ymiskum fyritøkum sum t.d. SEV og Sjónvarpi Føroya. Í dag arbeiðir hann á eldeildini hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Sven er mest kendur sum tann, ið kom við judo og jiu-jitsu (sjálvverju) til Føroya. Hann stovnaði Havnar Judofelag í 1971 og var formaður í felagnum í mong ár.
Tá judosambandið varð stovnað í 1981, kom hann í nevndina har. Frá 1990 – 93 var hann formaður í judosambandinum.
Sven er giftur Ásu, f. Patursson, ættað úr Kirkjubø. Tey eiga døturnar Svannu, Beintu og Anniku.
Vit ynskja babba hjartaliga tillukku við degnum.
Heilsan døturnar