Manchester City spældi um vikuskiftið sín fyrsta venjingardyst í summar. Nýggi venjarin Sven-Gøran Eriksson kundi fegnast um, at hansara lið vann dystin. Úrslitið gjørdist 3-0 til Manchester City, og tað var kanska ikki nakar óvæntaður sigur, tá ið hugsað verður um, at møtstøðuliðið var Doncaster. Áhugin fyri dystinum og fyri Eriksson annars hevur verið sera stórur, nú fyrrverandi enski landsliðsvenjarin er komin aftur til Onglands at starvast.










