Sveits til HM

Við at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti Ísrael vann Sveits sær í gjár tað eina stigið, sum skuldi til, fyri at vinna sær beinleiðis atgongd til HM-endaspælið í fótbólti. Ikki færri enn níggju gul og eitt reytt kort varð givið í dystinum, og úrslitið merkir samstunids, at Ísrael endaði á einum nyttuleysum triðjaplássi. Nummar tvey í bólkinum gjørdist Grikkaland, sum soleiðis skal spæla play-off dystir.