Sveis hevur í kvøld vunnið á heimsmeistarunum úr Fraklandi í 1/8 finaluni í EM-endaspælinum. Dysturin endaði 3-3, men Sveis vann brotssparkskappingina. Kylian Mbappé brendi avgerandi brotssparkið.
Tey mundu verða fá, ið góvu Sveis ein stóra møguleika í dag, men longu frá byrjan vístu teir tenn. Longu aftaná eitt korter stútaði Haris Seferovic Sveis á odda. Sveis fekk eisini ein gyltan møguleika aftaná 55 minuttir at økja, men Ricardo Rodriguez brendi brotssparkið.
Síðani gekk skjótt. Tveir minuttir seinni javnaði Karim Benzema, og tveir minuttir seinni legði hann Frakland á odda. Paul Pogba sá út til at hava vunnið dystin, tá hann eitt koter fyri tíð skoraði til 3-1 við einum dreymaskoti.
Sveis leyp á allan dystin tíggju minutti fyri tíð riggaði, tá Haris Seferovic fyri aðru ferð í dystinum skallaði eitt innlegg í mál. Í seinasta minuttinum javnaði Mario Gavranovic og tryggjaði Sveis longda leiktíð. Tað kom einki mál í longdu leiktíðini. Tí varð farið til brotssparkskapping fyri fyrstu ferð til hetta EM-endaspælið.
Níggju teir fyrstu skoraðu allir. Onkur var eitt sindur heppin, men fleiri av brotsspørkunum vóru avbera góð. Eftir stóð Kylian Mbappé við tíggjunda og seinasta brotssparkinum. Hann sendi tað til sína vinstru, men tað hevði Yann Sommer lisið.
Sveis skal nú møta Spania í fjórðingsfinaluni.











