Sveisisku kassarnir

1-0: Johan Vonlanthen, 9.
Føroyska liðið gloymir allar verjuskyldur, tá vit hava fríspark, og so kann Sveis kontra. Fyrst skjýtur Ricardo Cabanas, og tá Jens Martin verður snýttur av hoppandi bóltinum, kann Johan Vonlanthen leggja Sveis á odda.

2-0: Johan Vonlanthen, 14.
Eftir at Sveis fyrst hevur spælt upp í vinstru síðu, lyftir Hakan Yakin hegnisliga upp um verjuna, har Vonlanthen var púra blankur, og smekkar framvið Jens Martini.

3-0: Alexandre Rey, 29.
Jens Martin fær ikki bóltin nóg langt fram, tá hann sparkar út, og so verður Rey sendir avstað, uttan at føroyska miðverjan fær fylgt við.

4-0: Alexandre Rey, 44.
Føroyingar missa bóltin í uppspælinum, og so gongur skjótt hjá Sveis. Bólturin verður spældur upp í høgru, og tætt undir málinum er Vonlanthen kvikari enn Jens Martin Knudsen á bóltinum.

5-0: Alexandre Rey, 55.
Pól Thorsteinsson verður yvirspældur í sínum verjuborði, og so er Rey fyrstur á bóltinum, soleiðis at hann fær skotið sítt hat-trick.

6-0: Johan Vonlanthen, 57.
Pól Thorsteinsson spælir upp á tvørs inn móti miðvøllinum, og so seta hinir ferð á, soleiðis at Vonlanthen kann gera álopsmakkaranum hat-trickið eftir.