Sveisingahandilin eitur nú Fønix

Sveisingahandilin í Havn, sum varð stovnaður í 1948, hevur nú skift navn til Fønix

Sveisingahandilin í Havn, sum varð stovnaður í 1948, hevur nú skift navn til Fønix

 

Navnaskiftið kemur í kjalarvørrinum av, at Sveisingahandilin fyri tveimum árum síðani legði saman við Fønix og yvirtók virksemið.

 

– Nú er tíðin búgvin at taka stigið fult út. Navnaskiftið ber boð um eina nýggja byrjan, har vit bjóða okkum fram við enn betri tænastuveiting og vøruúrvali, sigur Bárður Simonsen, stjóri á Fønix.

 

Alt virksemið hjá samanlagda er felagnum savnað í Mykinesgøtu 8, og Fønix bjóðar heildartænastu vil vinnu og privat innan sveising, trygdar-, bjargingar, og sløkkútgerð, grill, gass, smyrjiolju og akkumulatorar.

 

Okkara kundar skulu uppliva tað somu ella betri tænastu enn hana tey kenna frá góða gamla Sveisingahandilinum, lovar Bárður Simonsen, stjóri í Fønix.