Sveisarar og íslendingar mótmæla

Tað er ikki bara í Reykjavík,m at fólk ganga mótmælisgongu og krevja, at fíggjarkreppan skal fáa avleiðingar fyri millum annað ta politisku leiðsluna í landinum.

Í Sveis ganga fólk eisini mótmælisgongu. Har eru tey í øðini um, at tað almenna hevur hjálpt bankanum USB við meiri enn 70 milliónum sveisiskum frankum. Nógvir sveisarar halda, at bankin liggur, sum hann hevur reitt, og at tað er ikki uppgávan hjá skattaborgarunum at hjálpa honum.

Um vikuskiftið vóru næstan 4.000 fólk í gøtunum og mótmæltu, at USB-bankin fær almenna hjálp. Í hesum viðfangi høvdu fleiri fingið sær skelti við bókstavunum USB, men sum í teirra higaheimi var ein stytting fyri "United Bandits of Swiss".