Sveisiski landsliðsspælarin, Xherdan Shaqiri skeyt ígjár tað higartil vakrasta málið í EM-endaspælinum, tá hann saksasparkaði bóltin í netið til 1-1 í áttandapartsfinaluni ímóti Póllandi. Hetta var tó ikki nóg mikið hjá Sveis, tí Pólland vann brotssparkskappingina 5-4, og póllendingar vunnu seg í fjórðingsfinaluna, har Portugal verður mótstøðuliðið.
Tá póllendingar høvdu vunnið brotssparkskappingina feiraðu pólsku spælararnir sigurin frammanfyri sveisisku áskoðarunum, heldur enn at fara yvir til tann partin av leikvøllinum, har pólsku áskoðararnir sótu.
Xherdan Shaqiri var rættiliga fortørnaður um hetta: - Eg eri málleysur. Hetta eru yrkisspælarar, og teir eiga at vita, at ein ikki ger slíkt, men heldur stillar seg har teirra viðhaldsfjøld er, og har kann ein so fegnast um sigurin, segði Xherdan Shaqiri aftaná dystin.
Frásøgumennirnir hjá DR vóru heldur ikki nøgdir við, at pólsku spælararnir feiraðu víðari luttøkuna frammanfyri sveisisku áskoðarunum, og góvu til kennar, at talan var um óítróttarligan atburð.










