Mikukvøldið verður sermerkt tiltak í Nólsoy við tónleiki og Sangi. Tað er Monika Stauss Joensen, sum býr í Leirvík, men sum er ættað úr Sveis, ið hevur fingið vitjan av systir síni, Andrea Stauss Hofmann. Og saman við Petrinu Christiansen, vanliga nevnd Disan, fara tær at skipa fyri einum sveisarakvøldi í skúlanum í Nólsoy mikukvøldið.
Tiltakið er ein liður í fyrireikingunum til eina konsertferð hjá systrunum báðum í Sveis seinni í summar. Monika Stauss Joensen spælir violin og Andrea Hofmann Stauss spælir klaver og tær hava spælt nógv saman.
Í Nólsoy fara tær báðar at spæla ymiskt burtur úr skránni, tey skulu spæla í Sveis, mest av tí meiri undirhaldandi tónleikinum, og samstundis fer Monika at greiða frá ymiskum úr Sveis og at vísa myndir.
|