Sveis vann á Spania

Stutt inni í seinna hálvleik kom Sveis óvænta á odda. Eftir skjótálop kom Gelson Fernandes at standa leysur í brotssteiginum og skoraði til 1-0 í kanska fyrstu málroyndini í dystinum hjá Sveis.

 

Løtu seinni skifti Spania millum annað Fernando Torres inn, men bólturin vildi framvegis ikki framvið væl leikandi málmanninum hjá Sveis.

 

Eftir fimm minuttir av eykatíð kundi dómarin, enski Howard Webb, bríksla fyri seinastu ferð. Størsta sensatiónin higartil í HM er veruleiki ? Sveis hevur vunnið á Spania, sum undan HM var favorittur hjá fleiri veddingarfyritøkum at vinna HM.