Sveis vann í evstu løtu

Hóast Ecuador var á odda í hálvleikinum, eydnaðist tað Sveis at venda dystinum í seinna hálvleiki.

Fyrsti dysturin í bólki E hevur verið í kvøld. Dysturin var millum Sveis og Ecuador og endaði hann við einum 2-1 sigri til Sveis.

 

Seinni dysturin í bólki E verður leiktur klokkan 20:00, tá Frakland og Honduras bresta saman.

 

Tað var Ecuador, ið byrjaði dystin betri móti Sveis. Eftir 22 minuttum eydnaðist tað Ecuador at leggja seg á odda 1-0, tá Enner Valencia slapp at standa leysur í brotssteiginum eftir hornaspark.

 

Sveisiski venjarin, Ottmar Hitzfeld hevur tó tosað við størri bókstavum í hálvleikinum, tí tað eydnaðist Sveis at venda leiðsluni hjá Ecuador í seinna hálvleiki. 

 

Sveis fekk javnað tíðliga í øðrum hálvleiki, tá Admir Mehmedi fekk javnað. 

 

Tað sá eisini leingi út til at dysturin skuldi enda við javnleiki, men eftir 92 minuttum eydnaðist tað Sveis at leggja seg á odda. Eftir gott innlegg úr vinstru síðu stóð Haris Seferovic á rætta staðnum og fekk lagt Sveis á odda 2-1. Sostatt er Sveis nú í góðari støðu í bólki E.

 

 

Sveis - Ecuador 2-1 (1-0)

0-1 Enner Valencia, 22.

1-1 Admir Mehmedi, 48.

2-1 Haris Seferovic, 90+.