Sveis er heimsmeistari í fótbólti fyri U17-landslið. Alpulandið vann í finaluni á vertslandinum, Nigeria.
Sveis vann 1-0 í finaluni. Sigursmálið skeyt Haris Seforovis miðskeiðis í seinna hálvleiki. Nigeria trýsti nógv, og teir raktu eisini træverkið, og í onkrum føri fingu sveisarar ruddað bóltin burtur frá málstrikuni.
HM-sigurin er søguligur hjá Sveis, sum ongantíð áður hevur tikið lut í einum endaspæli fyri U17-landslið. Sveis vann EM fyri U17-landslið í 2002, og manna fleiri av hesum spælarum HM-hópin hjá Sveis, sum skal til HM-endaspælið í Suður-Afrika komandi summar. Spania vann bronsu í HM-endaspælinum fyri U17-landslið í Nigeria.