HM-fótbóltur
- Vit eru heilt nær HM-endaspælinum. Tað er jú beint hinumegin markið.
Soleiðis ljóðaði heldur skemtingarsama viðmerkingin frá sveisiska landsliðsvenjaranum, Jakob Kuhn, tá Sveis hevði vunnið tepran 2-1 sigur á Føroyum í dystinum, sum varð spældur á Svangaskarði.
Leygarkvøldið varð so staðfest, at Sveis hevur eitt lið, sum væl kann blanda seg millum tey allar fremstu. Í sonevndu play-off dystunum spældi Sveis móti Turkalandi, sum fyri trimum árum síðani var at finna í hálvfinaluni í HM, men tað tóktist tó ikki nerva Sveis stórvegis.
Við tryggum verjuspæli og kvikum álopsspæli sýndu sveisisku spælararnir gott tol í dystinum, og tvær ferðir fingu teir eisini løn fyri hetta. At teir so eisini megnaðu at halda málið reint, gjørdi ikki lagið verri, og við 2-0 sigrinum í viðførinum hevur liðið eina sera góða barlast undan seinna play-off dystinum.
Sandrok á Ullevaal
At tað ikki altíð er so lætt at halda grasvøllum í góðum standi, hava føroyingar áður ásanna, og leygardagin máttu normenn í øllum førum skriva undir somu læru.
Tjóðarvøllurin, Ullevaal, sá snøgt sagt út sum ein stórur sandkassi, tá Kekkia kom á vitjan. Tað hevur regnað sera nógv í Noreg seinastu vikuna, og við tveimum steypafinalum á vøllinum innan stutt tíðarskeið, var standurin á vøllinum tí einki serligur. Og hóast ein roynd varð gjørd at bøta um hetta við at leggja sand á, so munaði hetta lítið. Bæði liðini høvdu sera ilt við at fáa spælið at koyra, og tí gjørdist talan eisini um sera fáar møguleikar.
Tað eydnaðist tó kekkum at avgera dystin, tá Poborsky og Nedvend skræddu norsku verjuna upp. Og so kundi Smicer gera sær dælt av, at verjuspælari gleið í nógva sandinu, tá bólturin varð sendur innfyri.
Stórur spanskur sigur
Seinasti play-off dysturin stóð millum Spania og Slovakia, og her vístu sponsku stjørnurnar, hvar skápið skuldi standa.
Ikki minni enn 5-1 gjørdist spanski sigurin, sum eisini gjørdist ein stórur sigur Luis Garcia. Liverpool-spælarin gjørdi ikki mætari enn at skjóta hat-trick í dystinum, og skrivaði soleiðis navn sítt inn sum tjóðarhetjan, sum mest sum einsamallur sparkaði Spania til HM-endaspælið.
Seinnu play-off dystirnir verða spældir mikukvøldið, og tá er so endaliga greitt, hvørjar tjóðirnar eru, sum skula í pottin, tá lutakastið til sjálvt endaspælið verður tann 9. desember,
Dystir
Sveis-Turkaland 2-0 (1-0)
1-0: Senderos, 41.
2-0: Behrami, 86.
Noreg-Kekkia 0-1 (0-1)
0-1: Smicer, 31.
Spania-Slovakia 5-1 (2-0)
1-0: Luis Garcia, 10.
2-0: Luis Garcia, 18.
2-1: Nemeth, 49.
3-1: Torres (br.), 65
4-1: Luis Garcia, 74
5-1: Morientes, 79.
RK: Had, 64