Sveis dysturin sat enn í beinunum

At dysturin móti Sveis enn sat í beinunum, var ein av orsøkunum til, at teir føroysku leikararnir ikki vóru klárir til eina so stóra uppgávu, helt føroyski landsliðsvenjarin eftir dystin

 

Landsliðið


Tíðindafundurin eftir dystin millum Føroyar og Jugoslavia, sum gestirnir vunnu so dyggiliga við seks málum móti ongum, fór fram á trimum ymiskum málum, enskum, jugoslaviskum og donskum, so bara málslig flogvit høvdu møguleika at fylgja øllum, sum fór fram.

Allan Simonsen segði, at teir føroysku leikararnir vóru munandi seinni á bóltinum og í nærdystum enn mótstøðuliðið, meðan jugoslavarnir vóru sera kvikir runt á vøllinum. Orsøkin til hetta kundi vera, at leikararnir enn merktu dystin móti Sveis leygardagin í beinunum.

? Um vit ikki órógva teir á miðvøllinum, so endar galið, og tað sóu vit. Vit hava í dag sæð munin á yrkisleikarum og amatørum, segði ein vónsvikin Allan Simonsen.

Hann legði dent á, at jugoslaviska liðið var heilt einfalt nógv betri enn tað føroyska, og tí er alneyðugt, at føroyingar eru 100 prosent til reiðar, tá uppgávan skal loysast.

? Hetta var eitt kollektivt vánaligt avrik, og jugoslavarnir fingu ein alt ov lættan dyst.


Stórur saknur

Fýra spælarar, sum vanliga hava fast pláss á liðnum, vóru ikki við móti jugoslavia, og saknurin í teimum var stórur.

Jens Kristian Hansen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson og Todi Jónsson vóru ikki við, og tað merktist týðuliga.

? Vit sóu úrslitið í dag. Tað er ringt at missa fýra so royndar spælarar, og tað er ikki lætt at fáa eins góðar menn ístaðin, segði Allan Simonsen, ið tó vísti á, at øll vóru greið yvir hetta áðrenn.

Hann vísti hinvegin á, at ungir leikarar nú hava fingið týdningarmiklar royndir í altjóða dysti, sum verða teimum góðar seinni.

Onkur av útlendsku tíðindamonnunum vísti á nummar 4 og 6 hjá føroyingum sum teir frægastu. Tað vóru vongbakkarnir Øssur Hansen og Jákup á Borg, sum teir mettu vóru teir bestu á føroyska liðnum.


Trúgva enn uppá tað

Venjarin hjá Jugoslavia, Dejan Savicevic, ið fyri stuttum tók róðrið á landsliðnum, var fegin um stórsigurin.

? Vit vistu, at vit vóru betri enn Føroyar, og mínir leikarar vóru professionellir á vøllinum. Eg eri errin av mínum liði, sum vísti sína styrki, segði landsliðsvenjarin.

Hendan undankappingin hevur ikki eydnast væl hjá jugoslaviska liðnum, ið hevur skift venjara á leiðini. Liðið hevur tapt ein dyst, spælt tríggjar javnt, og vunnið tveir.

Hóast teir ikki liggja serliga væl fyri, so heldur venjarin, at teir enn hava góðan møguleika at spæla seg fram til endaspælið í Korea og Japan um eitt gott ár.