Sveinur vinnur í kvøld

Niels Uni Dam, tónleikari og tónleikaummælari, sær fleiri fyrimunir við Sveini enn við hinum finalistunum og metir tí, at Sveinur kann vinna finaluna í X Factor.
– Hann er mín favorittur til at vinna. Sveinur er ikki størsta talentið, tað er Ida. Line hevur víst mest av finalistunum og hevur yvirraskað mest positivt. Men Sveinur hevur tann fyrimunin, at hann er einsamallur harri móti tveimum damum. Sostatt fær hann nógvar atkvøður frá konufólkum. Haraftrat stendur hann seg væl og við sínum stíli fær hann møguliga eisini nakrar atkvøður frá rockfjøldini. Aldurin hjá Sveini (31, blðm.) merkir, at hann er royndur og tískil eisini tilvitaður um, hvat hann vil. Síðst men ikki minst hevur Sveinur eitt ógvuliga gott sangskrivara-bakland í eitt nú Marius (Ziska, blðm.), so tað kann verða øgiliga spennandi at vita, hvat er komið burtur úr, nú luttakararnir skulu framføra eitt egið lag í kvøld, metir Niels Uni.
Mong øtast kanska yvir, at finalistarnir í kvøld skulu framføra eitt lag, teir sjálvir hava gjørt seinastu vikuna. Hetta sær Niels Uni ongan trupulleika í.
– Hevur tú professionel fólk kring teg, so er tað eingin trupulleiki. At skapa eitt gott lag krevur evni, íblástur og arbeiðsinnsats. Eg tori eisini at gita, at tey øll hava arbeitt saman við einum lagasmiði longri enn tað seinastu vikuna, sigur Niels Uni.