Sveinur við tyrlu til Havnar

Nú klokkan 14:30 kemur Sveinur Gaard Olsen til Havnar við tyrlu av flogvøllinum. Við tyrlupallin tekur Heðin Mortensen, borgarstjóri, ímóti og koyrir Svein og unnustuna Fridu og koyrir tey út í Tórfinsgøtu til foreldrini hjá Sveini, Elgeir og Enid Olsen.

 

Talan er um eitt »surprise-party«, sum DR skipar fyri í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 17:30, og saman við Sveini úr Danmark kemur upptøkulið frá DR, sum fer at gera upptøkur allan dagin. Sveinur veit einki um hetta og heldur ikki, at beiggi hansara, Jákup Pauli Olsen hevur sett ein bólk saman, og Sveinur skal yvirtalast at framføra nakrar av sangunum, hann hevur sungið í ársins X Factor!

 

– Alt tiltakið er púra ókeypis, siga fyrireikararnir. Ókeypis atgongumerki kunnu heintast í Norðurlandahúsinum í dag frá kl. 17.00. Øll kunnu vera við, men møtið stundisliga, so øll kunnu sita og bíða, tá Sveinur kemur!

 

– Øll eru vælkomin at gera skelti og bannarar til Svein. Eisini eru øll vælkomin at pynta Norðurlandahúsið seinnapartin, so tað verður ein rimmar veitsla, siga tey úr Norðurlandahúsinum.

 

Tað er Tórshavnar kommuna saman við Norðurlandahúsinum og familjuni hjá Sveini, sum skipa fyri tiltakinum í dag.

 

– Møtið fjølment, og bjóðið endiliga øllum tykkara vinfólki við!