Sveinur við rock-útgávu

Tað er umleið líka óvæntað, sum at Danmark bara fekk tríggjar dystir við EM-endaspælið, at Sveinur nú kemur við síni egnari rock-útgávu.

 

Soleiðis skrivar ekstrabladet.dk í sínari útgávu í dag.

 

Sveinur gjørdist nummar trý í ársins útgávu av X Factor, og var allan vegin ígjøgnum trúgvur móti rock-tónlleikinum.

 

Tað tók Sveini og bólki hansara 14 dagar at skriva og spæla inn 10 sangir í studio’num. Útgávan kallast »Rock’n’roll Choir Boy« og kemur í handlarnar seinast í august ella fyrst í september.

 

Roknað verður við, at Sveinur fer á eina turné í sambandi við útgávuna, skrivar ekstrabladet.dk.