Tað kom illa við, tá StÍF spælarin, Sveinur Justinussen, í eini roynd at steðga høgra bakkinum hjá KÍF, Andriasi Nielsen, fór um koll og meiddi sær stórutá í landskappingardystinum í gjár.
- Eg havi ikki ilt, men so skjótt eg traðki til, so kemur pínan, sigur Sveinur Justinussen við Sosialin, sum kemur út í dag.
Hann hevur eina stóra kúlu undir táini og tað var honum skjót greitt, at hann ikki kundi halda fram eftir samanbrestin.
- Tað var ikki beinleiðis samanbresturin, ið er orsøkin til skaðan. Onkursvegna kemur táin for langt afturav og eg visti rættiliga skjótt, at eg ikki kundi spæla víðari, sigur Sveinur Justinussen.
Talan er helst ikki um brot.
- Eg haldi ikki at tað er brotið, Eg fái gjørt røringar við táini, so táin er helst ikki brotin, men er hon tað, so spæli eg ikki aftur í hesum kappingarárinum, sigur Sveinur Justinussen.
StÍF tapti dystin móti KÍF 29-21 og er nummar fimm í Atlantic Airways deildini.