Sveinur Tróndarson í FSF-nevndina

Bert eittans uppskot er komið til leysa nevndarsessin, og tí verður tað ein skálamaður, sum verður nýggur í FSF-nevndini

Fótbóltur

 

Tá Høgni í Stórustovu gjørdi av at stilla upp til FSF-forsetavalið, gjørdist ein nevndarsessur samstundis tøkur.

Hvørki Høgni ella Óli Holm hava hug at gerast vanligur starvsnevndarlimur, um teir ikki vinna valið annan leygardag, og tí skal nýggjur nevndarlimur veljast.

Freistin at velja hendan var úti fríggjamorgunin, og tá var eittans uppskot innkomið, verður upplýst hjá FSF.

Sveinur Tróndarson, sum hevur starvast nógv innan fjølmiðlar, men sum nú arbeiðir sum grannskoðari, verður nýggjur maður í nevndini. Tað er NSÍ, sum hevur skotið Svein upp til nevndarvalið.