Sveinur: Tað var fantastiskt

- Eg hevði eina góða kenslu í kroppinum áðrenn, undir og eftir framførsluna í X-Factor, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum lovar meira rock í komandi framførslum.

 

Sveinur Gaard Olsen kom víðari frá fyrsta liveshowinum í donsku X Factor kappingini fríggjakvøldið. Sveinur sang sangin Somebody That I Used To Know hjá Gotye, og hann kom væl frá framførsluni.

 

- Tað var heilt fantastiskt at standa á pallinum. Eg hevði eina góða kenslu í kroppinum áðrenn, undir og eftir framførsluna, sigur Sveinur.

 

- Eg var væl nøgdur við framførsluna, sum júst soleiðis, sum hon skuldi. Og eg havi eisini fingið sera gott respons frá fólki, sigur hann.

 

Dómararnir hildu eisini nógv av framførsluni hjá Sveinur, men Pernille helt, at hann skuldi sungið ordiligan rock. Og líkt er til, at tað fer at koma í næstu framførslunum.

 

- Tit skulu heilt sikkurt vænta tykkum rock frá mær, lovar Sveinur.