Tað verður einki minni enn ein avbjóðing fyri X-Factor luttakararnar, tá teir í annaðkvøld skulu syngja tvey løg fyri at kappast um at koma víðari til finaluna.
Tað serliga í annaðkvøld er, at tað fyri fyrstu ferð í X-Factor søguni er rapp á skránni. Ikki færri enn tríggir kendir danskir rapparar fara at upptraðka saman við semifinalistunum. Rappararnir eru Kesi, Yepha og Clemens.
Ungi rapparin av Nørrebro, Kesi, skal upptraðka saman við Line og Ida, sum Pernille Rosendahl er vegleiðari hjá. Morten Benjamin fer at syngja saman við Yepha.
Clemens fer at syngja saman við Sveini, og tað verður sangurin hjá bólkinum 30 Seconds to Mars, sum nevnist "Hurricane".
Sum nakað heilt nýtt skulu luttakararnir eisini royna seg innan unplugged-sjangruna. Her verða sangirnir spældir í eini aukustiskari útgávu. Til unplugged partin í annaðkvøld fer Sveinur at syngja "Little Lion Man", sum er eitt lag Mumford & Sons.
Hetta skulu tey syngja unplugged:
Line: Avril Lavigne - I´m with You
Ida: Priscilla Ahns - Dream
Morten Benjamin: Thomas Dybdahl - Cecilia
Sveinur: Mumford & Sons - Little Lion Man