Seinasti luttakarin hjá Cutfather, Sveinur Gaard Olsen, sleppur veruliga at royna seg í annaðkvøld, tá hann skal syngja sangin "Glad igen" hjá Rasmus Seebach. Sveinur fortaldi á tíðindafundinum í dag, at hann ikki hevur lurtað serliga nógv eftir tónleikinum hjá Rasmus Seebach, og tískil hevur tað verið ein avbjóðing fyri havnarmannin, at skula tulka "Glad igen".
- Eg segði við Cutfather, at hann kundi velja júst hvønn sang hjá Seebach, eg skuldi syngja, og hann helt, at "Glad igen" hóskar væl til mín, sigur Sveinur Gaard Olsen. Fyrrapartin í dag gjørdi hann ljóðroynd, og hann ivast ikki í, at tað fer at ljóða væl fríggjakvøldið, tá slagið skal standa.
- Ljóðroyndirnar, sum vit hava gjørt í morgun, gingu ótrúliga væl og røddin er komin fyri seg, so eg eri spentur til at sleppa at framføra, sigur Sveinur Gaard Olsen.
Hesa vikuna er Rasmus Seebach tema í X-Factor, har høvuðspersónurin eisini sjálvur fer at upptraðka saman við ongum minni enn Lionel Richie. Teir fimm finalistarnir, sum framvegis eru við í kappingini skulu syngja Seebach-sangir í annaðkvøld, tá fimmta liveshowið fer av bakkastokki.
Tann 31 ára gamli Rasmus Seebach gjørd fyrstu ferð vart við seg í 2009 við lagnum "Engel", og aftan á hevur hann havt hitt aftan á hitt bæði í Danmark og úti í heimi. Áhugin fyri tónleiki liggur eisini til familjuna. Rasmus er sonur sangaran Tommy Seebach, ið doyði í 2003, og hevur sungið kendu sangirnar "Krøller eller ej" og "Disco Tango".
Høvuðspersónurin Rasmus Seebach og nýggi sangvinur hansara, Lionel Richie, fara at hava eina framførslu í X-Factor í annaðkvøld við sanginum "Say You, Sat Me", ið teir fyri stuttum hava spælt inn í studio saman. Upprunaliga bleiv sangurin innspældur av Lionel Richie í 1985 til filmin "White Nights", og sangurin vann bæði ein Oscar og seinni eia Academy heiðursløn.
Nú er Richie so aftur fløguaktuellur, har hann syngur saman við nøkrum av verðins bestu sangarum, sum til dømis Rasmus Seebach, sum vit øll sleppa at síggja og hoyra fríggjakvøldið klokkan 19.00 á DR1
Hetta skulu tey syngja:
Sveinur - Glad igen
Morten Benjamin - En skygge af dig selv
Ida - Nangijala
Line - Den jeg er
Nicoline Simone & Jean Michel - Vi lever