Trumfurin hjá StÍF er klárur. Sveinur Justinussen hevur ikki verið partur av liðnum hjá StÍF í ár, men tað verður hann í dag.
Navn hansara stendur tó ikki leikskránni, men fyri løtu síðani varð navnið sett á dómaraseðilin ístaðin fyri tað hjá Arturi Johansen.
Dystarvenjingin hjá stórskjúttanum er tó neyvan serliga góð, men tað er einki at ivast í, at StÍF við hesum vónar, at teir hava fingið sær eitt eyka ess í ermuna undan dystinum.