Aftur fríggjakvøldið kundi DR staðfesta eitt methøgt tal av hyggjarum, tá X Factor var á skránni. Hesaferð sótu 1,824 milliónir danir og føroyingar frammanvert sjónvarpsskíggjan, tá m.a. okkara Sveinur sang seg víðari í kappingini.
- Hetta er fullkomuliga vilt, sigur Jan Lagermand Lundme, ið er undirhaldsleiðari hjá danska kringvarpinum.
- Ja, tað vísir bert, at danir elska X Factor, og at vit megna at savna fólk frammanfyri sjónvarpið. Hugsa tær til nærum 2 milliónir fólk. Tað megna ikki nógvar aðrar sendingar, sigur hann brosandi sambært Ekstrablaðnum.
Jan Lagermand er ikki í iva um, hví talið er sooo stórt: Sendingin hevur alt í sær. Ein verður rørdur, ein flennur, ein grætur og gerst í øðini bert eftir einum tíma. Og so hava fólk eisini okkurt at tosa um.
- Vit hava roynt at nútímansgera ársins X Factor við m.a. at vitja heima hjá onkrum luttakarum. Hetta ger helst sítt til, at sendingin tykist vera frísk.
- Og mangt bendir á, at tað er tað sum fólk -dáma, sigur Jan Lagermand Lundme við Ekstrablaðið.










