Í roynd og veru kundi X Factor-finalan í kvøld verið uttan Svein. Tann dagin, Sveinur skuldi til sokallaða pre-audition, har sangararnir syngja fyri fólkunum handan X Factor fyri fyrstu ferð, var hann sjúkur.
– Satt at siga ætlaði eg ikki at fara, tí eg hevði fepur. Tá eg so kortini fór, hevði eg ongantíð roknað við, at eg fór at standa í finaluni sum eg geri nú, sigur Sveinur, ið ikki heilt kann dylja, at hann er bilsin um at vera komin so langt.
– Men nú havi eg eina góða kenslu í búkinum og eg gleði meg at standa á pallinum, leggur Sveinur skjótt aftrat.
Smá mál bera langt
Í X Factor hevur Sveinur alla tíðina sett sær smá mál. Í fyrstu atløgu skuldi hann bara koma víðari, síðani var málið at sleppa til sokallaða boot-camp’in, síðani live-showini og undan seinasta fríggjakvøldi var málið at sleppa í finaluna.
– Nú vóni eg so, at eg ikki fái fægst atkvøður, tí tað eru bara tey bæði, sum fáa flest og næstflest, ið sleppa at framføra sangin, tey hava skrivað. Og eg vil sleppa at framføra sangin, Rasmus Balsner og eg hava gjørt. Eg fari næstan so langt sum at siga, at tað er synd, um eg ikki sleppi tað, tí sangurin er so góður, sigur Sveinur smílandi. Hann letur tó ongan iva vera um, at hann meinar tað.
Samstarv við Carpark North
Sangurin, Sveinur og Søren Balsner hava gjørt, ber heitið »Flying with both Feet on the Ground«.
– Sangurin snýr seg um at vera trúgvur í móti tær sjálvum, at hava bæði beinini á jørðini, men kortini duga at sveima, greiðir Sveinur frá, sum er fegin um samstarvið við tónleikaran úr kenda danska bólkinum Carpark North.
– Áðrenn vit møttust, høvdu vit gjørt okkum okkara tankar hvør í sínum lagi. Tá vit so hittast, vísir tað seg, at vit hava hugsað akkurát tað sama. Og tað verður ein sangur við plúmm í, tí vit kunnu ikki hava eina konsert frammanfyri 15.000 fólkum og so rura tey í svøvn, ger Sveinur greitt.
Tvørtur í móti hevur 31 ára gamli trummuleikarin í hyggju at gera ein rimmar veitslu á pallinum.
– Sangurin, vit hava gjørt er feitur. Hysteria, sum eg eisini skal syngja, er sum skaptur til eina arenakonsert sum hesa og tit kunnu gleða tykkum til sangin, tá eg fari at framføra við einum kendum tónleikara, sigur Sveinur, sum er serstakliga spentur til í kvøld.
– Eg gleði meg ótrúliga nógv at framføra í kvøld, tí eg elski at standa á pallinum. 15.000 fólk í salinum og tvær milliónir hyggjarar, tað verður fantastiskt









