Aðalroynd, ella generalprøvi, til X Factor finaluna er í Jyske Bank Boxen beint nú. Sveinur hevur sungið teir báðar sangirnar, hann skal syngja til finaluna í kvøld. Og annan sangin skal hann syngja saman við Oh Land, sum umframt at hava stóra undirtøku, eisini hevur sligið sítt navn fast í USA.
Tað verður lagið »Son of a Gun« sum Sveinur skal syngja saman við Oh Land. Hitt lagið, 31 ára gamli havnarmaðurin skal syngja, er »Hysteria« hjá Muse.
Tað hevur gingið ógvuliga strilti við aðalroyndini, men teir tríggir finalistarnir, eisini Sveinur, hava havt nakrar ómetaliga góðar framførslur. Tískil er lagt upp til eina ómetaliga spennandi finalu í kvøld.
Niðanfyri kanst tú hoyra sangirnar hjá Oh Land og Muse, ið Sveinur skal framføra.
Mynd: Sveinur á pallinum saman við Oh Land til aðalroynd í Jyske Bank Boxen í Herning beint nú (Mynd: Rólant Waag Dam)