Tá ólavsøkukonsrtin, ella Ó12 sum hon eitur, setur ólavsøkuna í gongd 27. juli verður Sveinur frá X-factor ein av teimum, sum fer á pallin at spæla rock smana við bólki sínum.
Sveinur Gaard Olsen gjørdist eitt kent navn í Føroyum og Danmark, tá tatoveraði havnarmaðurin var við í X-Factor fyrr í ár.
Hann sang seg heilt í finaluna og hóast hann gjørdist ov stuttur til at vinna X-Factor, so vann hann sær nógvar fjepparar við sínari ráu rødd, og góðu framførslum.
Enn standa orðini hjá Sveini við um, at hann ætlaði sær at verða tann X-Factor luttakarin, ið kom longst eftir kappingina, og hetta arbeiðir hann enn miðvíst við.
Hann hevur longu innspælt eina fløgu, ið kemur út seinni í ár. Eisini hevur Sveinur havt nógvar framførslur, so tað verður ein Sveinur í góðari venjing, ið fer at spæla á Ó12, sum verður í Tórsgøtu.









