Fyri hálvum øðrum ári síðani var havnamaðurin Sveinur Gaard Olsen ein av stjørnunum í donsku X Factor sangkappingini. Sveinur vann seg fram í finaluna í kappingini, har hann annars hevði leiklutin sum tann eitt sindur forherðaði rocksangarin.
Í tíðini eftir X Factor spældi Sveinur nógv í Danmark. Hann hevði framførslur til smærri og størri tiltøk, og hann fór eisini í studio at gera fløgu, sum kom út í fjørsummar.
Seinastu mánaðirnar hevur verið meira friðarligt um Svein, men hann fæst framvegis við tónleik – umframt at hann eisini hevur havt onkrar minni modelluppgávur. Seinastu tíðina hevur hann serliga havt aukustiskar framførslur til ymisk tiltøk.
Nýggir sangir
Ætlanin er, at Sveinur skal geva nýtt tilfar út komandi ár.
- Í løtuni skrivi eg nýggjar sangir og royni at finna mítt egna sound. Eg vil gjarna etablera meg sum artist og sangara, og eg havi funnið mær ein fasta manning til bólkin hjá mær. Tað er helvt um helvt føroyingar og danskarar, sigur Sveinur Gaard Olsen.
- Eg kundi hugsað mær at givið eina single ella eina EP út komandi ár, og eg vóni eisini at sleppa meira út at spæla næsta summar, sigur hann.
Sveinur arbeiðir við sangum og ljóðinum, hann vil hava í sínum tónleiki, og stílurin var ikki langt frá tí, sum hann longu hevur verið frammi við.
- Tónleikurin hevur fingið íblástur frá 80’ara elektro punkrock. Nýggju sangirnir verða eitt sindur í stíl við sangin ”Fly with both feet on the ground”, sum eg skrivaði saman við Søren Balsner úr Carpark North, sigur hann.










