Sveinur hevur X-Factor

- Eg havi royndir við at standa á palli, fái ikki nervar, og so dugi eg at syngja. Tað sigur Sveinur Gaard Olsen, sum í kvøld verður við í donsku X-Factor sangkappingini.

Í kvøld verður enn ein føroyingur at síggja á sjónvarpsskíggjanum, tá ið danska X-Factor kappingin aftur er á skránni. Hesaferð er tað 31 ára gamli Sveinur Gaard Olsen úr Havn, sum roynir at syngja seg inn í hjørtuni hjá dómarunum. Hóast hann hevur drúgvar royndir innan føroyska tónleikaheimin, so hevur hann ongantíð staðið fremstur á palli fyrr enn nú:

- Eg havi altíð verið trummuspælari, og tá havi eg jú ikki havt møguleika at ganga runt á pallinum. Tað er super feitt at standa fremst, og øll hyggja og lurta eftir tær, sigur Sveinur Gaard Olsen.


Ivaðist leingi um luttøkuna

At luttaka í ársins X-Factor er ikki nakað, sum Sveinur Gaard Olsen sjálvur hevur havt ætlanir um. Hann hevur hugt eftir teimum flestu X-Factor sendingunum undanfarnu ár, og hóast honum dámar hetta slagið av sjónvarpsundirhaldi, so hevur hann ikki verið serliga imponeraður av luttakarunum:

- Eg havi sikkurt brokkað meg í so nógv um luttakararnar. Daman segði fleiri ferðir við meg, at um eg helt meg kunna gera tað betri, enn luttakararnir á skíggjanum, so burdi eg sjálvur luttikið í X-Factor, flennur Sveinur Gaard Olsen. Hann hugsaði tó ongantíð um at melda seg til kappingina, og tískil gjørdi unnustan ikki mætari enn at melda hann til X-Factor:

- Daman vísti mær ein teldupost frá DR, stutta tíð áðrenn eg skuldi til upptøkuroynd. Í teldupostinum stóð millum annað hvat nummar eg skuldi hava á mær til upptøkuroyndina og aðrir praktiskir upplýsingar, greiðir Sveinur Gaard Olsen frá. Hann var tó ikki sannførdur um, at X-Factor var nakað fyri hann í fyrstu syftu:

- Eg hugsaði fleiri ferðir, um nú X-Factor eisini var nakað fyri meg, men eftir at hava tosað við vinfólkini og míni nærmastu valdi eg at geva tí ein kjans. Eg hugsi sum so, at líka mikið hvat, so kann eg læra av teimum upplivingunum eg fái frá luttøkuni í X-Factor.


Hevur X-Factor

Sjálvt um hann sær út sum ein sonn rockstjørna í leðurjakka, slitnum kovboybuksum og við síðum frunti, so er Sveinur Gaard Olsen heldur smæðin og lítillátin, eitt nú tá hann verður spurdur, hví hann heldur seg hava X-Factor:

- Eg dugi at syngja, havi ein góðan stíl, eri seriøsur, og so brenni eg fyri tónleikinum, sigur Sveinur Gaard Olsen. Hann hevur frá unglingi av verið við sum trummuspælari í nógvum ymiskum tónleikabólkum í Føroyar, og júst hesar royndirnar heldur hann kunnu geva honum ein ávísan fyrimun í kappingini:

- Eg havi royndir við at standa á palli og fái ikki nervar. Harafturat haldi eg sjálvur, at eg veit nokkso væl, hvat riggar og ikki, av tí at eg havi ymsar royndir frá føroyska tónleikaheiminum, heldur Sveinur Gaard Olsen fyri og leggur afturat, at hesar royndirnar gera, at hann hevur eitt eyka yvirskot, tá hann framførir fyri nógvum fólkum.


Hugsar um útsjóndina

Møguliga er tað júst hetta yvirskotið, sum ger, at hann eisini nýtir tíð upp á útsjóndina, sum hann heldur hava ein ávísan týdning í eini sjónvarpskapping sum X-Factor:

- Útsjóndin hevur nógv at siga, tí hetta er ein undirhaldssending har allir sansirnir skulu mettast, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum tó ikki brúkti meira tíð upp á seg sjálvan enn vanligt, tann dagin hann skuldi til upptøkuroyndina:

- Sjálvandi gjørdi eg mær nakrar tankar um, hvussu eg sá út, tí útsjóndin er avgjørt við til at geva øðrum eina heildafatan av mær, fyrstu ferð tey møta mær, sigur Sveinur Gaard Olsen. Tankin, um at hann við luttøkuni í X-Factor lættliga kann gerast ein almennur persónur, sum er áhugaverdur fyri fjølmiðlarnar, er ikki nakað, sum ræðir hann:

- Sjálvandi vil eg hava eitt privatlív, men hetta her við at koma í fjølmiðlar av og á, tað ger mær einki, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum legur stóran dent á at vera tann, hann er, eisini tá hann er á sjónvarpsskíggjanum:

- Eg haldi altíð, at mann skal vera seg sjálvur og ikki royna at eftirlíkna onkrum øðrum, tí tað kemur mann ikki langt við. Eg vil vera trúfastur móti mær sjálvum og teimum fólkunum, eg havi rundan um meg, sigur Sveinur Gaard Olsen.


Sveinur syngur Radiohead

Tá vit í kvøld fara at síggja 31 ára gamla Svein Gaard Olsen til upptøkuroyndina í X-Factor í kvøld, er tað vælkenda lagið hjá bretska rokkbólkinum Radiohead, ið kallast “High and Dry”, sum hann fer at syngja:

- Mær dámar ótrúliga væl Radiohead og serliga hetta lagið. Eg haldi eisini, at tað er eitt sikkurt lag, tí tey flestu kenna sangin og kunnu fyrihalda seg til hann, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum serliga lurtar eftir tónleiki innan sjangrurnar rokk og singer/songwriter. Av tí at hann ikki hevði drúgva fyrireikingartíð áðrenn upptøkuroyndina, royndi hann at venja dúgliga tíðina áðrenn tann stóra dagin:

- Í teldupostinum frá DR stóð, at eg skuldi hava vant fýra sangir, sum eg so kundi syngja til upptøkuroyndina. Hesar sangirnar vandi eg so saman við einum vinmanni, sum hevur eitt heimastudio í Keypmannahavn. Eg sang sangirnar inn og fann útav, at sangurin hjá Radiohead hóskaði best til mína rødd, greiðir Sveinur Gaard Olsen frá.

Øll tey, sum luttaka í X-Factor, hava tagnaðarskyldu, um hvussu tað gongst teimum í sangkappingini, men Sveinur Gaard Olsen kann tó avdúka, at hann er væl nøgdur við sítt avrik, sum vit fara at síggja á sjónvarpsskíggjanum í kvøld:

- Eg hevði eina góða kenslu, áðrenn eg fór inn til dómararnar og kendi meg væl fyrireikaðan. Sjálvur haldi eg, at so leingi mann ger sítt besta, so er tað líkamikið, hvussu útfallið verður, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum verður at síggja í X-Factor í kvøld á DR1 klokkan 19.00.