Sveinur hevur góðar møguleikar

Í 2010 stóð Anna Faroe í somu støðu, sum Sveinur stendur í í kvøld. At vera komin so langt í kapp­ing­ini, at finalan næst­an er í eygsjón. Sjálv minn­ist 20 ára gamla Anna væl, hvussu hon upplivdi dag­ar­nar, áðrenn Remee valdi at lata hana fara úr kappingini og senda Jesper víðari.

– Tað er ikki fyrr enn tú ert komin so langt sum Svein­ur er nú, at tú veruliga fert at hugsa, at finalan er ein møg­u­leiki. Í fyrstu atløgu vilt tú bara koma víðari í kapp­ing­ini, síðani at sleppa í live-showini. Nú hevur fin­al­an alt at siga hjá Sveini, tí hann er so nær við og tað vil hann ikki missa, heldur Anna Nygaard, sum hennara borg­ar­liga navn er.
Anna metir eisini, at Svein­u­r hevur góðar møguleikar at sleppa í finaluna.

– Sjálvandi havi eg fylgt við í ár. Eg lesi eisini alt, sum verður skrivað um kapp­ing­ina. Tað vanliga er, at tey ungu eru tey best umtóktu, men tað er púra vist, at minst líka nógv dáma Svein. Og tá hugsi eg ikki bara um føroyingar, men eisini dansk­ar­ar sum heild. So møgu­leik­ar­nir hjá Sveini eru góðir, for­telur Anna.