Fótbóltur
Bæði Bjarki Mohr og Høgni í Stórustovu gjørdust nevnliga formenn í Kappingarnevndini, tá teir vórðu valdir í FSF-nevndina á sinni. Í so máta breyt Niclas Davidsen siðvenjuna, fyri einum ári síðani, men nú er Sveinur Tróndarson so maðurin, sum skal standa á odda fyri ymsu kappingunum, sum eru undir FSF.
Starvsnevndin, sum varð endaliga mannað á aðalfundinum leygardagin, hevði sín fyrsta fund í gjár, og har vórðu ymsu nevndirnar skipaðar, sum víst niðanfyri.
Fíggjarnevnd
Høgni í Stórustovu, formaður
Rúni Heinesen, nevndarlimur
Magnus á Stongum, nevndarlimur
Kappingarnevnd
Sveinur Tróndarson, formaður
Rúni Heinesen, nevndarlimur
Karl Vidtfeldt, nevndarlimur
Útbúgvingar- og menningarnevnd
Rúni Heinesen, formaður
Niklas á Líðarenda, nevndarlimur
Sveinur Tróndarson, nevndarlimur
Dómaranevnd
Niklas á Líðarenda, formaður
Niclas Davidsen, nevndarlimur
Karl Vidtfeldt, nevndarlimur
Lógar- og sáttmálanevnd
Høgni í Stórustovu, formaður
Christian Andreasen, nevndarlimur
Sveinur Tróndarson, nevndarlimur
Landsliðsnevnd
Magnus á Stongum, formaður
Niclas Davidsen, nevndarlimur
Karl Vidtfeldt, nevndarlimur
Mynd: Sveinur
Mynd: Álvur Haraldsen










