Eitt triðja pláss. Tað var tað, tað rakk til hjá Sveini í X Factor. SMS-atkvøðurnar eru taldar saman og siga, at Sveinur hevur fingið fægst av teimum trimum finalistunum. Sostatt eru tað tær báðar Line og Ida, sum fara at syngja og kappast um vinnaraplássið í X Factor 2012.
Tað hevur verið ein frægd at standa her. Og at syngja fyri 15.000 fólkum her í kvøld er ótrúligt. Eg havi fingið nógvar fantastiskar upplivingar, og hetta gloymi eg ongantíð, sigur Sveinur.
Tú endaði við at toppa og hevði eina fantastiska framførslu í kvøld, segði Cutfather.
At Sveinur er úti merkir, at vit heldur ikki síggja hann framføra sangin, sum hann hevur gjørt saman við Søren Balsner í Carpark North.