Sveinaroyndin bíðar fyri framman

Oddagrein:

Leygarmorgunin samtykti Løgtingið fíggjarlógina fyri 2008. Tað vil siga, at stovnsleiðarar hjá tí almenna í dag, á fyrsta arbeiðsdegnum í juni mánað, høvdu møguleika at disponera út frá løgligu játtanini og harvið at halda uppat at reka stovnarnar við støði í provosoriskari fíggjarlóg. At árið var mest sum hálvrunnið, áðrenn fíggjarlógin fekst upp á pláss, líkist ongum. Neyvan nakar – politikarar ella onnur – eru ósamd við okkum í hesum.

 

Arbeiðið við fíggjarlógini hevur víst, at tað verður ikki bara bara hjá samgonguni. Áhugamálini eru nógv og so mikið kostnaðarmikil, at tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at brúkt fleiri fíggjarlógir. Høvuðsgrundgevingin fyri einum valdømi var, at nú skuldu tingmenn síggja tingini frá í erva av. Tað skuldi vera liðugt við at draga egna línu. Um tað ber til við nýggjari vallóg at broyta menniskjaligu áhugamálini, man vera rættuliga ivasamt. Langa og drúgva fíggjarlógarviðgerðin hevur ikki sannført um, at nøkur broyting er at hóma.

 

Undir fíggjarlógarviðgerðini vóru tað fleiri - bæði úr samgongu og andstøðu - sum søgdu, at nú samtykta lógin er rættuliga átøk uppskotinum, sum undanfarna samgonga síðsta heyst legði fyri tingið. Kortini var orðaskiftið drúgvt og hart. Tað var ikki frítt, at fyrsta viðgerð av fíggjarlógini fyri 2009 var á skránni, og tað er í sambandi við ta lógina, at samgongan, landsstýrið, fíggjarmálaráðharrin og løgmaður rættuliga fara at fáa sína søk fyri.

 

Fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fyri tingið fyri 1. oktober, og tey í Fíggjarmálaráðnum eru ivaleyst farin at fyrireika tað uppskotið. Vallyftini vóru nógv og gylt. Tey sóust verri enn so øll aftur í samtyktu fíggjarlóg. Tað bar til hjá samgonguni og tingmonnum at siga, at hesa ferð var tíðin knøpp, og at tað verður øðrvísi í 2009 lógini. Í samgonguskjalinum verður tosað um grundleggjandi reformar. Tilboðini innan undirvísing og gransking skulu økjast og víðkast, sjúkrahúsverkið skal lyftast, pensionistarnir skulu fáa betri kor, tunlar skulu borast og spreingjast, útoyggjarnar skulu fáa betri samband, kringvarpið og sjúkrakassarnir skulu á fíggjarlógina, og vit kundu hildið á.

 

Eingin flokkur er betri ella verri enn annar. Øll vita, at valstríð eru ikki ábyrgdarfull, og at tað verður lovað nógv meiri, enn tað ber til at fremja. Nú skulu løgmaður, landsstýrið, fíggjarmálaráðharrin og samgongan fáa tingini at ganga upp. Inntøkugrundarlagið er víkjandi, og tað krevur mót og áræði at fara undir at styrkja um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Tað verður ikki hissini sveinaroynd, har pressan og harvið almenningurin eru skoðimeistarar.