Sveinabræv ella bachelorprógv – ella bæði í senn..

Gjógvin millum sveinabræv og bachelorprógv skal minka, so okkara ungu fáa júst ta útbúgving, tey ynskja – eisini um tey ynskja eitt sindur av hvørjum. Tí krevst ein smidligari útbúgvingarlóggáva

Gjógvin millum sveinabræv og bachelorprógv skal minka, so okkara ungu fáa júst ta útbúgving, tey ynskja – eisini um tey ynskja eitt sindur av hvørjum. Tí krevst ein smidligari útbúgvingarlóggáva

 

Síðani miðøldina hava handverkarar verið í læru sum lærlingar og hava fingið sveinaprógv. Fleiri teirra vórðu seinni meistarar, ofta eftir fyrst at hava “verið på valsen”, sum danir nevna tað. Tað merkir, at sveinarnir fóru til býir ella onnur lond at læra meira og fáa íblástur.

 

Tá fyrstu universitetini komu í Evropa, var tann fyrsta gradin baccalaureus ella tað, sum nú verður nevnt bachelor og sum eisini merkir sveinur. Seinni kundu teir so fáa magistaragradina. Útbúgvingarheitini í handverkaralæru og á universitetunum vóru sostatt tey somu.

 

Tað eru tey, sum halda, at universitetsútbúgvinger eru fínari enn handverkaraútbúgvingar, men tað er ikki vert at heingja seg í. Tað er neyvan nakar í dag, sum fer í læru, ið ikki hevur framhaldsútbúgving ella kanska onkra miðnámsútbúgving.

 

Ung skulu velja ta útbúgvingarleið, teimum hóvar best. Hinvegin er eingin orsøk at seta upp múrar upp millum útbúgvingar, so tað ikki ber til at broyta kós. Tað skal bera til at fara báðar vegir, og tað skal bera til at møtast á leiðini. Hetta kann gerast við smidligari útbúgvingarlóggávu í samstarvi millum útbúgvingarstovnar, almenn arbeiðspláss og vinnulívið.

 

Vit skulu ikki vera bangin fyri at klippa serligar útbúgvingar til serlig endamál og at góðskriva báðar vegir eftir umsókn. Í tí liggur kreativitetur og nýhugsan. Vit skulu ikki vera bangin fyri at blanda kortini øðrvísi, um vit gera tað við skili og við yvirskipaðum góðskukrøvum.

 

Arbeiði eftir bachelor
Nógvastaðni geva bachelorútbúgvingar eins og sveinaútbúgvingar arbeiði straks eftir lokna útbúgving, men í Danmark verður roknað við kandidatútbúgving ella masterútbúgving sum óformligari treyt fyri útbúgving. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um ymiskar mentanir. Tað skal verða møguligt at fáa arbeiði við bachelorútbúgvingum, so ung fólk tíðliga fáa relevantar arbeiðsroyndir. Seinni kunnu tey so fara undir víðari lesnað við arbeiðsroyndum í viðførinum.


Vit hava brúk fyri útbúgvingum bæði til handa og til anda, sum kunnu menna føroyska samfelagið og føroyskt vinnulív til komandi tíðir. Vit hava eisini tørv á útbúgvingum, sum kunnu brúkast á minni virkjum og í arbeiðslívinum á bygd. Kreativitetur og nýhugsan hongur saman við fleksibiliteti.

 

Tað skal bera til at fara frá tí praktiska til tað teoretiska og øvugt. Tað skal bera til at læra alt lívið, og vit eiga ikki at forða fólki í at skifta kós og brúka royndir frá einum øki á einum øðrum. Tað skapar virkisfúsin og kreativ fólk. Vit skulu ikki vera bangin fyri at hugsa sjálvi, tá tað kemur til útbúgvingar. Fleksibilitetur er næstan altíð av tí góða.

 

Jóan Pauli Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin