Svein Rógvi verður í Árnafirði

Árnafjarðar Róðrarfelag hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at Svein Rógvi Nielsen eisini verður venjari hjá felagnum komandi róðrarár. Svein Rógvi varð knýttur at ÁRF, tá tvær FM-stevnur vóru farnar. Í báðum hesum var Árnfirðingur á aftasta plássinum, men síðani eru úrslitini betrað munandi. Og megnar Árnfirðingur á ólavsøku at vinna seg framum Ørv, vinnur báturin bronsu í FM-kappingini.