Svein Rógvi liðugur sum venjari

Venjarin hjá hondbóltsliðnum Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen Ljóstein, er uppsagdur úr venjarastarvinum.

 

Tað veit Norðysið at siga.

 

Tað hevur ikki gingið væl hjá Stjørnuni í ár, og felagið hevur eisini mist nakrar leikarar, eftir at Stjørnar misti finaluplássið í steypakappingini.

 

Sambært Norðlýsinum var tað eftir dystin, sum var sunnudagin í Runavík millum Stjørnuna og VÍF/Tjaldur, at felagið valdi at siga Svein Rógva úr venjarastarvinum.

 

Við Norðlýsið sigur formaðurin í felagnum, Kristoffur Ragnarsson, at uppsøgnin er farin fram fyrst og fremst av fíggjarligum ávum.

 

- Eg kann vátta, at samstarvið við Svein Rógva er steðgað. Hetta er fyrst og fremst av fíggjarligum orsøkum, tí vit eru ikki so væl fyri, sum vit hava verið. Svein Rógvi hevur gjørt eitt gott arbeiði hjá okkum, og vilja vit takka honum fyri tað. 6 dystir eru eftir og í annaðkvøld vænti eg ein loysn liggur klár fyri írestandi dystirnar, segði Kristoffur Ragnarsson við Norðlýsið í gjárkvøldið.

 

Stjørnan liggur í løtuni aftast í landskappingini.