Fyrst í vikuni kom myndamaður okkara Jens Kristian Vang fram á tveir mans, sum vandu við fallskíggja í Sandvíkum beint uttan fyri høvuðsstaðin.
Hann steðgaði á og tók nakrar myndir av teimum, meðan teir royndu fallskíggjan í vindinum.
Tað er Sámal Gunnarsson, sum hevur ein fallskíggja, ið verður brúktur til sonevnt Speed Flying, og hendan dagin vandi hann við Noah Chaparro í bønum í Sandvíkum.
- Eg keypti mær fallskíggjan fyri tveimum árum síðani, tá ið Paragliding var eitt sindur frammi her heima. Eg kannaði tað eitt sindur nærri og helt, at Speed Flying riggaði minst líka væl til Føroyar, sigur Sámal Gunnarsson.
Munurin millum Paragliding og Speed Flying er, at í Speed Flying fara fólk ikki langt upp frá jørðini. Fallskíggin er minni enn tann, sum verður brúktur til Paragliding, og hann verður brúktur til at sveima við ferð beint oman fyri jørðina. Hetta er sera populert í millum annað Noregi, har fólk fara niðan í fjøllini og sveima við nógvari ferð oman aftur beint oman fyri fjallasíðuna.
- Vanliga fer mann millum ein og tjúgu metrar upp frá, men tað snýr seg um at halda seg tætt at jørðini, so tað ber til at uppliva ferðina meira intensa, sigur Sámal Gunnarsson.
- Mann skal renna skjótt, tá mann fer avstað, og mann skal eisini timað lendingina væl, tí mann kemur niður við nógvari ferð.
Fallskíggin, sum verður brúktur til Speed Flying, kann brúkast í vindi upp til einar 15 m/sek, og tað ger hann væl egnaðan til føroysk viðurskifti.
Sámal sigur seg vóna, at fleiri fara at fáa áhuga fyri Speed Flying, so at tað í framtíðini ber til hjá fleiri at finna saman í ein felagsskap at fáast við hetta ítriv.