Saman við Gunnar Guttesen og Brandi Jacobsen hugtók hon okkum áhoyrarar við sínum vakra sangi. Tey framførdu friðarligan, inniligan tónleik. Kanska var tónleikurin í so friðarligur, tí tað gekk rúm tíð áðrenn fólkið leitaðu fram til pallin.
Fyri meg var hæddarpunktið ein sera vøkur útseting av kenda lagnum Isn´t She Lovely Heldur enn at spæla lagið soleiðis, sum Stevie Wonder plagar at spæla tað, høvdu Sigrid & Co. valt at taka lagið heilt niður í tempo. Her vísti Sigrid veruliga sínar dygdir, men eisini hennara pianistur, Gunnar Guttesen, skaraði framúr.
Sigrid er ein verulig diva á pallinum. Hon sær gott út, hon hevur tí røttu útstrálingina og hennara sangháttur hevur ein rættan altjóða dám.
Sum heild var hetta ein góð men stutt framførsla. Vegna drúgvar seinkingar, høvdu fyrireikararnir skorðið 10 minuttir av hennara skrá. Spell, men neyðugt!