Sveiggj oyðileggja byggivinnuna

Stóri munurin á góðum og ringum tíðum í byggivinnuni ger, at tað er torført hjá byggivinnuni at varðveita dugnaliga arbeiðsmegi í Føroyum. Hetta ger tað lættari hjá útlendingum at koma framat og er sum heild ein trupulleiki fyri samfelagið, heldur stjórin í Havnar Timburhandli

Sveiggini í føroysku byggi­vinnuni eru mun­andi ógvus­­ligari enn í øðrum londum. Og tí kunna vit takka polit­iska valdinum fyri.

Tað heldur Heini Fosaa, stjóri í Havnar Timbur­­handli:

- Tað líkist púrasta ongum. Politikarar hava í ára­vís tosað um neyvari stýring av virkseminum, so vit ikki upp­liva tey sera ógvusligu sveiggj, sum føroyska byggi­vinnan má liva við. Men onki er gjørt enn, sigur Heini Fosaa.

Hann peikar á, at øktu almennu inntøkurnar verða brúkt­ar upp í góð­um tíðum, heldur enn at tað almenna roynir at halda aftur og spara upp, so eitt sindur er eftir til virksemi í verri tíðum.

Hann hugsar ikki bara um inntøkurnar hjá byggi­­fyri­tøkunum, men eisini um føroysku hand­verk­ar­arnar, sum ofta mugu fara av landinum fyri at finna arbeiði, tá ið niðurgangstíðir eru í Føroyum:

- Úrslitið er, at vit missa allar teir sera virðis­­­miklu førleikarnar, sum okkara hand­verk­arar hava. Teir koma jú ikki heimaftur beinan­vegin, tá ið tíðirnar venda aftur til tað betra. Hetta ger so aftur, at útlendskar fyritøkur og hánd­verkarar taka ein bróð­urpart av arbeiði­num, sigur Heini Fosaa.

- Í staðin fyri at seta ferð á nýtsluna, tá ið skatta­inn­tøkurnar fara upp - og harvið eggja til yvir­upp­hiting av búskapinum - so átti politiska valdið at stýrt soleiðis, at færri almennar verkætlanir vóru settar í verk í góðum tíðum. Hetta hevði verið ein fyri­munur fyri føroysku byggivinnuna, hand­verkararnar og før­oyska búskapain, sigur Heini Fosaa.